Umsóknarblað til námskeið
Námskeið ”Kulturmøder i Rigsfællesskabet” hjá SJÓMAQ verkætlanini verður hildin í Føroyum tann 18. – 21. september 2025.
Øll ung millum 18-30 ár kunnu senda eina umsókn til námskeiðið í summar. Vinarliga les tekstin niðanfyri, áðrenn umsóknin verður send avstað.
- FO: Føroyskir umsøkjarar skulu fylla eitt umsóknarblað út (sí niðanfyri). Umsóknirnar verða sendar til okkara føroysku samstarvsfelagar, sum gera av, hvørji fáa tey føroysku plássini.
FREIST
Umsóknarfreistin er tann 17. juni kl. 23.59. Øll tey, sum hava sent eina umsókn, fáa eitt svar skjótast gjørligt.
Luttøkan er ókeypis (ferð, matur og gisting). Fyri at luttaka á námskeiðinum er neyðugt, at tú ert millum 18-30 ár, og at tú fært luttikið allir dagar á námskeiðinum.
Hevur tú bústað í Danmark, er væntað fráferð úr Keypmannahavn til Føroyar hósdagin 18. september á miðdegi. Heimferð verður sunnudagin 21. september.
SKRÁ
Skráin er ein samenseting av túrum úti í náttúrini og fakligum tiltøkum innanveggja. Les meira um skránna på heimsíðuni hjá SJÓMAQ her.
SPURNINGAR?
Hevur tú fleiri spurningar, vend tær so til verkætlanarleiðara Jonas Roelsgaard á teldupostadressu jro@duf.dk ella Annika J. Petersen (annikajespersdottir@gmail.com), ella Katrina Vang (1dfankatrina@gmail.com).